Lóg um el riknar hitapumpuskipanir |
§ 12. 1) Hitapumpuskipanin skal verða eftirkannað av góðkendum installatøri av hitapumpuskipanum í minsta lagi eina ferð í hvørjum kalendaraári, tó undantikið í tí kalendaraárinum, tær eru tiknar í nýtslu. Stk. 2. 1) Eigarin av hitapumpuskipan skal kunna skjalprógva eftirlitini í minsta lagi 5 seinastu árini og skal eftir umbøn vísa kommununi hesi skjøl. |
Vit bjóða eitt árligt lógarkravt eftirlit av skipanini fyri at tryggja at hon koyrir optimalt.
Árligt eftirlit umfatar fylgjandi:
Gjøgnumgongd og reinsan av útideilinum.
Kúlulegurnar í v½iftuni verða skift eftir tørvi.
Gjøgnumgongd av innideilinum s.s.
Trykktanga, trygdarventili, magentfiltri, el-patrónum v.m.
Royndarkoyring av skipanini so hon koyrir optimalt og kølimiðal er í lagið.
Hetta verður gjørt við serstøkum forriti sum er sergjørt til uppgávuna.
Við forritinum síggja vit hvussu skipanin koyrir og síggja m.a. um følarar á inni- og
útideilinum eru í lagið. Um kompressari og vifta koyrir sum tey skulu.
Við at hava eftirlit er garantiið uppá innideilin 10 ár og útideilin 5 ár.
Tá eftirlitið er avgreitt verður ein rapport við mátingum send saman við rokningini.
SAMBAND
Ringjast kann til 600060 yrkadagar frá kl. 08 – kl. 22 og aðrar dagar frá kl. 10 – 22.
TREYTIR
Uppsetingin og árliga eftirlitið skal verða gjørd av okkum ella av handverkara/teknikara
sum vit hava góðkent.
Gjaldið umfatar árligt eftirlit og vegleiðing umvegis telefon og/ella vit koma á staðið um
tørvur er á tí.
Avtalan kemur í gildið beinanvegin vit hava fingið váttan frá tygum við telduposti
servise@vvs.fo ella SMS boðum á 560096.
GJALD FYRI ÁRLIGT EFTIRLIT
kr. 1.740,- v/mvg.
Møguleiki er eisini at gera ein fasta mánaðarliga flyting á kr. 145,- á konto
9181-142.680.1. í Betri Banka.