Handilstreytir

 

 

Prísir
Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum ella útgingnum vørum.

Gjalding
Bíløgdu vørurnar gjaldast elektroniskt við Dankorti, ella við bankaflyting. Kortupplýsingarnar verða sendar bronglaðar millum kunda og ellivu.fo. Hvørki vvs.fo ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Persónsupplýsingar (navn, adressa o.s.fr.) verða ikki bronglaðar. Upphæddin verður trekt av kortinum, tá vøran er á veg.

Umbýtingarrættur
Vøran kann umbýtast innan 14 dagar eftir levering, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt, tað vil siga í óupppakkaðum originalum innpakningi. Vøran kann býtast til ein tilgóðarseðil. Tú skalt boða frá skrivliga við teldupost á vvs@vvs.fo, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin.

Reklamatión – Skaði ella feilur á vøruni
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella til nýggja vøru. Tú verður eisini biðin um at gera vart við hetta við levering av vøruni. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar. Tú skalt senda okkum ein t-post á vvs@vvs.fo og gjølla greiða frá hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatiónsrættin. Tá tú sendir vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. vvs.fo rindar retur fraktina frá føroyskari addressu, um skaðin er váttaður.

Trúnaður
Upplýsingarnir – navn, bústaður og t-postur – ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana. Privatar upplýsingar verða ikki givnar víðari, undantak er tó um hetta er í samband við levering av vøru. Privatar upplýsingar verða ikki seldar til 3.persón.

Cookies
Á vvs.fo nýta vit cookies fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum so skipanin t.d. kann minnast hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tíð sletta cookies á tínum kagara. Tað er ymiskt frá kagara til kagara, hvussu man ger hetta, men tað kanst tú lesa meiri um hjá veitaranum av tínum kagara.

Bílegging
Tá tú bíleggur á vvs.fo fært tú sjálvirkandi eina ordraváttan senda við t-post. Hendan ordraváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala millum teg og vvs.fo. Vit tilskila okkum rætt at strika ordran um villa er við prísinum, ella levering av vøru, ella um vøran er útgingin, og líkandi støður. Tá ið ordrin er endaliga avgreiddur, fært tú ein faktura sendandi við t-post, sum er ein bindandi avtala millum teg og vvs.fo

Samband
Sp/f VVS Import

Neslíð 2

FO 350 Vestmanna

vvs@vvs.fo

Tlf. +298 560096