Salus gløggheimstýring.
Nógvir møguleikar eru við ein gólvhitastýring av merkinum Salus Control.
Við eini Salus-Control gólvhitastýring fært tú ikki bert eina gólvhitastýring, men tú fært eisini ein hóp av øðrum møguleikum.
Umframt at tú sjálvandi stýrir tínum gólvvarma við rúmfølarum og um tú hevur fingið tær eina Gateway eisini stýrir á snildfon, teldli ella teldu kanst tú við somu stýring stýra fylgjandi lutum.
Møguligt er at knýta m.a. hesar eindir til stýringina:
- Radiatortermostatar
- Hurða og vindeyga sensorar
- Smart relé til stikkontakt
- Roykvarnarar
- Vatnlekafráboðarar
- Umframt aðrir møguleikar
Líkamikið hvar tú er staddur kanst tú síggja og stýra varmanum, síggja um vindeygu ella hurðar eru opnar, fáa boð um eld o.s.f.
Við smart reléinum kanst tú tendra og sløkkja ymisan elútbúnað.
Ring ella skriva til okkara og vit vilja ráðgeva tær til tað røttu loysnina.