Sp/f VVS Import er ein fyritøka sum selur loysnir innan HVS, ventilatión, sprinkling, trýstluft, lítlar og stórar avfuktaraskipanir og annars alt innan hesi øki. Eisini selja vit aðrar vørur s.s. ymiskar tekniskar veskir og spray. Vit royna okkara besta ígjøgnum samskifti við okkara kundar at veita tað bestu tænastuna. Saman við kundunum eru vit altíð klárir til at seta saman ymiskar loysnir eftir tørvi. Vit ynskja við heimasíðu okkara at vísa fram ymiskar vørur sum vit umboða og selja. Eisini er møguleiki at síggja databløð og filmsklipp av okkara vørum.

Saman við okkara veitarum ynskja vit at veita allar neyðugar upplýsingar sum tú sum kundi hevur tørv á.

Ring ella skriva til okkara fyri at taka eitt prát um tykkara tørv.