Beskrivelse
Galdandi fyri hitapumpuskipanir, sum eru klárar at taka í nýtslu 1. januar 2017 ella seinni.
Endurgoldið verður bert fyri meirvirðisgjald av hitapumpu og av arbeiði og útbúnaði, ið skulu til fyri at taka
orkuna úr umhvørvinum. Endurgoldið verður ikki fyri meirvirðisgjald av útbúnaði, ið gongur frá hitapumpu
til hitaskipan inni í sethúsi ella bygningi.
Send liðugt útfylta umsókn til Umhvørvisstovuna, Postboks 2048, 110 Tórshavn ella til us@us.fo
Umhvørvisstovan sendir góðkenda umsókn víðari til TAKS. Avgreiðslutíðin er 6 vikur.
Við umsóknini skulu leggjast avrit av rokningum og kvittanir fyri goldnar útreiðslur til hitapumpuskipan,
útbúnað, arbeiðsløn fyri uppseting av hitapumpu og útreiðslur fyri elarbeiði.
Neslíð 2
FO 350 Vestmanna
Faroe Islands
Tel. + 298 560096
Mail: vvs@vvs.fo
web: www.vvs.fo
Sp/f VVS Import er ein fyritøka sum selur loysnir innan VVS (Ventilatión, Varmi & Sanitet), sprinkling, trýstluft, lítlar og stórar avfuktaraskipanir og annars alt innan hesi øki. Eisini selja vit aðrar vørur s.s. ymiskar tekniskar veskir og spray.
Ring ella skriva til okkara fyri at taka eitt prát um tykkara tørv.